Virkis- og produktábyrgd
Virkis- og produktábyrgd tekur við, um virkið ella starvsfólk skulu rinda endurgjald fyri skaðar, sum virkið ella starvsfólk ábyrgjast fyri, og sum eru íkomin orsakað av virkseminum hjá virkinum
Hvør kann tekna tryggingina?
- Øll virkir
- Allar vinnugreinar
- Prísurin verður lagdur eftir tínum tørvi
Virkisábyrgd
- Virkisábyrgd tekur við, um tín fyritøka verður áløgd at rinda endurgjald í sambandi við skaða á viðskiftafólk, starvsfólk, onnur ella á lutir.
- Virkisábyrgdin fevnir um skaðar, sum henda á staðnum, har arbeitt verður.
- Dømi um skaða er, at ein timburmaður missir ein hamara niður í høvdið á einum persóni, sum fær skaða. Eitt annað dømi er skaði, sum hendir viðskiftafólki, sum er á vitjan í handlinum/virkinum.
Produktábyrgd
- Produktábyrgdin tekur við, um ein vøra ella eitt arbeiði, sum ikki er í lagi, er orsøk til skaða á fólk ella lutir, eftir at vøran/arbeiðið er handað viðskiftafólkinum.
- Dømi um skaða er, at ein matvøra verður seld, sum inniheldur bakteriu, ið kundin verður sjúkur av.
Hvat fái eg endurgjald fyri?
Endurgjaldið fevnir um fíggjarlig krøv, sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum vegna skaða, sum virkið ella starvsfólk ábyrgjast fyri, og sum eru íkomin orsakað av virkseminum hjá virkinum.