Ferðatrygd

Við eini ferðatrygging fært tú endurgjald, um okkurt antin tarnar ella oyðileggur tær ferðina. Vit hava røttu tryggingina til tín, annaðhvørt tú ferðast ofta ella sjáldan. 

Við okkara Ferðatrygd kanst tú velja ímillum Evropa og allan heim, alt eftir hvagar leiðin gongur.

Ferðatrygd

Tryggingin tekur við, um tú eitt nú

  • Verður sjúk/ur á ferðini
  • Mást avlýsa ferðina orsakað av sjúku
  • Skalt til viðgerð ella hava heilivág orsakað av skaða á ferðini
  • Missir viðførið, ella tað verður seinkað á ferðini
  • Verður fyri stuldri á ferðini

Minst til svarta ferðakortið

Tað svarta ferðakortið skalt tú altíð hava við tær, tá tú fert uttanlands. Tað svarta ferðakortið er talgilt og verður lagt í tína wallet á telefonini. 

Hendir óhappið

  • Minst so til at ringja til Sos International beinanvegin á tel. +45 44 25 81 00 og spyr, hvussu tú skalt bera teg at. 

Soleiðis fært tú svarta ferðakortið

  • Er ferðakortið útgingið á telefonini, kanst tú lætt dagføra tað aftur:
    - Far inn í tína wallet á telefonini
    - Trýst á "Vis udløbne kort"
    - Finn ferðakortið og trýst á "Skjul ikke" niðast í høgra horni

  • Hevur tú ikki áður havt svarta ferðakortið talgilt, bílegg tað við at trýsta á knøttin niðanfyri

Bílegg ferðakort

 

Seinkað viðføri

  • Viðførið skal vera seinkað meira enn 5 tímar fyri at endurgjald fæst
  • Endurgjaldið er kr. 1.200 pr. dag, tó í mesta lagi kr. 4.800 pr. persón
  • Tú skalt senda váttan um seinkanina frá flutningsfelagnum til Trygd
  • Endurgjaldið hjá einum tryggjaðum ferðalagi kann tó ongantíð samlað verða hægri enn kr. 9.600 fyri hvørja seinking. 

Góð ráð til ferðina

  • Kanna, um tryggingin fevnir um tað landið, sum tú skalt til

  • Hav svarta talgilda ferðakortið hjá Trygd á telefonini

  • Ferðast tú í egnum bili, minst so til tað reyða ella grøna kortið 

  • Ferðast tú við bili, minst so til, at tað hevur týdning fyri møguligt endurgjald, at bilurin hevur verið læstur, tá ið stuldurin fór fram, og at lutirnir ikki hava verið sjónligir uttanífrá.

  • Um tú fert uttanlands við húsvogni, og hesin hevur Skrokktrygd frá Trygd, so skalt tú eisini hava reyða tryggingarkortið við á ferðini.

  • Um okkurt verður stolið á ferðini, minst so til at boða løgregluni á staðnum frá hesum.

  • Um tú verður sjúk/ur á ferðini, minst so til at ringja til lækna beinanvegin, tí endurgjaldið fevnir bara um tað, sum stendur í eini læknaváttan.

  • Um skaðin er hendur, minst so til, at tú altíð kanst ringja til Gouda og fáa holla vegleiðing. Telefonnummarið hjá Gouda er +45 44 25 81 00.


Ferðast tú við egnum bili?

Minst so altíð til at hava reyða kortið við tær á ferðini. Í summum londum skalt tú eisini hava grøna kortið.

Bílegg her

  • Reyða kortið prógvar, at akfarið er skrokktryggjað í føroyskum ella donskum tryggingarfelagi. Kortið skal vísast, um nakað hendir við akfarinum. Minst til at hava reyða kortið við, um tú fert við húsvogni ella húsbili, ið er skrokktryggjaður.
  • Grøna kortið er prógv um, at akfarið er ábyrgdartryggjað, og tað skalt tú altíð hava við, tá tú fert uttanlands við akfari.

Lond, har tú skalt hava grøna kortið við, eru:

  • Albania
  • Bosnia-Hersegovina
  • Hvítarussland
  • Iran
  • Ísrael
  • Makedónia
  • Marokko
  • Moldava
  • Montenegro
  • Russland
  • Tunesia
  • Turkaland
  • Ukreina

Um tú ert so óheppin at verða partur av einum ferðsluóhappi í einum av omanfyrinevndu londunum, er tað týdningarmikið, at tú fært mynd av grøna kortinum hjá mótpartinum.

Ofta settir spurningar

Hvønn dekkar tryggingin?

Tú og títt húskið eru fevnd av tryggingini. Húskið merkir øll tey, sum eru fastbúgvandi á sama bústaði sum tú. 

Hvat kostar tryggingin?

Tað veldst um tín tørv, og hvagar leiðin gongur. Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara, og so kunnu vit saman finna røttu loysnina til tín.

Hvørji lond fevnir tryggingin um? 

Um tú velur Ferðatryd fyri allan heimin, fevnir tryggingin um ferðir til øll lond í heiminum. Velur tú Ferðatrygdina fyri Evropa, fevnir tryggingin um øll lond í Evropa.

Her kanst tú síggja ein lista við teimum londunum, sum tryggingarnar fevna um.  

Nær skal eg keypa ferðatrygd?

Ferðatryggingin skal keypast, áðrenn tú fert avstað. Tað er skilagott at kanna, um ella hvørja trygging tú hevur, og hvat hon fevnir um.

Svarta ferðakortið

Svarta ferðakortið skalt tú altíð hava við tær, tá tú fert uttanlands. Tað svarta ferðakortið er talgilt og verður lagt í tína wallet á telefonini.

Hendir óhappið
Minst so til at ringja til Gouda beinanvegin á tel. +45 44 25 81 00 og spyr, hvussu tú skalt bera teg at.


Bílegg svarta ferðakortið longur uppi á síðuni.

Reyða og grøna kortið

Fert tú uttanlands at ferðast við akfari, skalt tú altíð hava reyða kortið við á ferðini. Í summum londum skalt tú eisini hava grøna kortið.

  • Reyða kortið prógvar, at akfarið er skrokktryggjað í føroyskum ella donskum tryggingarfelagi. Kortið skal vísast, um nakað hendir við akfarinum. Minst til at hava reyða kortið við, um tú fert við húsvogni ella húsbili, ið er skrokktryggjaður.
  • Grøna kortið er prógv um, at akfarið er ábyrgdartryggjað, og tað skalt tú altíð hava við, tá tú fert uttanlands við akfari.

Lond, har tú skalt hava grøna kortið við, eru:

  • Albania
  • Bosnia-Hersegovina
  • Hvítarussland
  • Iran
  • Ísrael
  • Makedónia
  • Marokko
  • Moldava
  • Montenegro
  • Russland
  • Tunesia
  • Turkaland
  • Ukreina

Um tú ert so óheppin at verða partur av einum ferðsluóhappi í einum av omanfyrinevndu londunum, er tað týdningarmikið, at tú fært mynd av grøna kortinum hjá mótpartinum.

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði.

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukku­trygd

Hevur tú børn, er tað skilagott at tekna eina Barnavanlukkutrygd.

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd tryggjar tær skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

35 81 00

Send teldubræv