Tanntrygd
Tanntrygd tryggjar tínar tenn. Hevur tú til dømis eitt hol, sum skal viðgerast, ella skal onkur tonn kanska rótviðgerast, so er Tanntrygd hent at hava.
Hvør kann tekna tryggingina?
Tað eru einans fyritøkur og fakfeløg, sum kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum tryggingina. Harafturat ber tað til at tekna tryggingina til maka og børn hjá starvsfólkum og fakfelagslimum.
Tanntrygd veitir endurgjald fyri millum annað fyllingar, røntgen, doyving, rótviðgerð, tannhaldsbruna, tanntøkur og skurðviðgerðir og bítiskinnara. Tanntrygd fevnir ikki um kanningar, tannreins, tenn, ið manglaðu, tá tryggingin varð teknað, fríðkandi viðgerðir, fylgisskaðar av prýðislutum og líknandi, og viðgerðir, sum ikki eru neyðugar.