Flutningstrygd
Við Flutningstrygd kanst tú tryggja góðsið í sambandi við skaða, sum hendir undir flutningi. Fær flytigóðsið til dømis skaða orsakað av ferðsluóhappi ella umborð á flogfari, so fært tú endurgjald fyri tað.
Tú kanst bæði tryggja vinnuligt og privat flytigóðs.
Rætta tryggingin til tín
Hevur tú til dømis eina fyritøku, sum javnan innflytur ella útflytur vørur, so er Árliga flutningstrygdin hent at hava. Skalt tú harafturímóti flyta eina vøru einaferð, er Einstaka flutningstrygdin kanska tað rætta fyri teg. Um tú sum privatpersónur til dømis flytur av landinum og skal hava flytigóðs við tær, kanst tú somuleiðis tekna eina Einstaka flutningstrygd.