Barnavanlukkutrygd
Hevur tú børn, er tað skilagott at tekna eina Barnavanlukkutrygd. Tryggingin fevnir bæði um smærri óhapp og størri skaðar. Til dømis veitir Barnavanlukkutrygd endurgjald, um barnið er komið til skaða á trampolin og má hava viðgerð hjá fysioterapeuti.
Tryggingin fevnir um
- Likamskaða, avlamni á 5% ella meira
- Brilluskaða
- Hoyritól
- Tannskaða
Tryggari karmar um børnini
Eldri børnini verða, størri gerast vandarnir, men nógvir av teimum kunnu tit sum foreldur fyribyrgja. Til dømis kunnu tit barnatryggja kontaktir, leidningar, skáp og trappur heima hjá tykkum sjálvum.
Barnavanlukkutrygd er til tín…
…sum hevur børn undir 18 ár. Kostnaðurin er tann sami, sama hvussu nógv børn tú hevur. Hevur tú tryggjað eitt barn og fært eitt aftrat, minst so bara til at boða okkum frá hesum, so skráseta vit yngra barnið eisini.