Innbústrygd
Innbústrygd tryggjar títt innbúgv, til dømis møblar, klæðir, list, amboð, útgerð og tað, sum tú annars hevur í tínum bústaði. Tryggingin tekur eisini við, um tú og tíni gera skaða á lutir hjá øðrum.

Tryggingin dekkar m.a.
Tryggingin tekur við, um tínir lutir til dømis fáa skaða av
- Vatni
- Stormi
- Bruna
- Køli- og frostskaða
- Herverki
- ella um tínir lutir verða stolnir
Ábyrgdartrygd íroknað
Familjutrygdin fevnir eisini um ábyrgdartrygd. Um tú ella tíni av ósketni gera skaða á onnur ella lutir hjá øðrum, kann hendan tryggingin taka við.
Veitst tú, hvat tú eigur?
Prísurin á tryggingini veldst um, hvussu nógv tú eigur, og hvussu dýrt tað er. Tað kann vera trupult at vita, júst hvussu nógv innbúgvið er vert. Eru tit fleiri fólk í húskinum, eiga tit helst fleiri ting, enn um tit vóru færri fólk, og eldri fólk eiga ofta fleiri og dýrari ting enn ung fólk.

Dømi um hvat ein familja eigur
Vit mæla til, at ein familja við tveimum vaksnum og tveimum børnum, ið búgva í einum miðalstórum húsum og við miðaldýrum tingum, tryggja innbúgvið fyri áleið 1,2 míó. kr. Harafturat mæla vit altíð til, at tryggingarupphæddin er eitt sindur størri enn metta virðið.