Viðgerðartrygd
Endamálið við Viðgerðartrygd er at tryggja tínum starvsfólkum skjóta og góða viðgerð, um tey gerast sjúk ella fáa skaða. Somuleiðis slepst undan einari møguligari bíðirøð til viðgerðina.
Við Viðgerðartrygd sleppa starvsfólk til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at skaðafráboðanin er góðkend. Skjóta viðgerðin økir um møguleikan fyri at sleppa skjótt aftur til vanliga gerandisdagin, arbeiðið og ítrivið.
Tryggingin fevnir um
- Fysioterapi
- Viðgerð hjá serlækna
- Ergoterapi
- Viðgerð hjá sálarfrøðingi
Víðkað Viðgerðartrygd
Til ber at víðka tryggingina, soleiðis at hon fevnir um endurgjald fyri flogferðir millum Føroyar og Danmark í sambandi við viðgerðina.
Soleiðis gert tú, um tú hevur tørv á viðgerð
-
Far til tín kommunulækna og fá læknaváttan fyri skaðan/sjúkuna
-
Fyll út eina skaðafráboðan á gjensidige.dk.
Tú kanst eisini ringja 70 10 90 09, har sjúkrarøktarfrøðingar kunnu hjálpa tær at fylla skaðafráboðanina út. -
Um skaðafráboðanin verður góðkend, sleppur tú til eina kanning ella viðgerð innan 10 arbeiðsdagar.
-
Ein treyt fyri, at skaðafráboðanin kann verða góðkend, kann m.a. vera, at skaðin ella sjúkan hevur við sær eina munandi viknaða heilsustøðu, og at heilsustøðan skal batna við viðgerð. Allar skaðafráboðanir verða viðgjørdar eftir galdandi treytum hjá Gjensidige. Treytirnar finnur tú í niðanfyri.
Tað við smáum
Ofta settir spurningar
Hvat kostar Viðgerðartrygd?
Prísurin er ymiskur eftir aldri.
0-21 ár: 749 kr. um árið.
18-27 ár: 2.752 kr. um árið.
28-60: 2.956 kr. um árið.
60+: Tá hækka prísirnir so líðandi.
Børn undir 21 eru ókeypis, um bæði foreldur (ella sambúgvar) tekna Viðgerðartrygd.
Dekkar tryggingin uttanlands?
Nei, um tú verður sjúk/ur uttanlands, so dekkar Viðgerðartrygd ikki viðgerðina í útlandinum. Tá hevur tú tørv á Ferðatrygd, sum millum annað veitir endurgjald fyri læknaviðgerð, heimferð og oyðilagda ferð.
Dekkar tryggingin útgreining av sálarsjúkum?
Ja, tryggingin dekkar útgreining av nøkrum sálarsjúkum. Til dømis kanst tú fáa fulnað fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi í sambandi við strongd ella útgreining av løttum tunglyndi. Tryggingin gevur eisini fulnað fyri útgreining og medisinska viðgerð hjá einum sálarsjúkulækna fyrstu upp til seks mánaðir.
Bílegg eitt íløguprát, har vit saman hyggja upp á, hvørjar íløgumøguleikar, tú hevur. Her kunnu vit samstundis gera tær íløgur, tú ynskir.
Tryggingin dekkar ikki:
Útgreining av ADHD, ADD ella autismu.
OCD ella fylgissjúkur av hesum, undir hesum angst orsakað av tvingsilshandlingum.
Álvarsligar sálarsjúkur so sum skizofreni, demens PTSD ella ringt tunglyndi.