Akfarstrygd

Akfarstrygd er ein einføld trygging, sum ger tað lætt hjá tær at velja, hvussu títt akfar skal tryggjast. 

Lógarkrav
Ábyrgdartryggingin er lógarkravd, so hana skulu øll, ið eiga eitt akfar, hava. Harafturat kanst tú velja Skrokktrygd og Partvísa skrokktrygging.


Tínir møguleikar

Ábyrgardtrygd

  • Ábyrgd
  • Føraratrygging
  • Skrokkskaði
  • Glasskaði
  • Stuldur og herverk
  • Stormskaði - Lakk
  • Billeiga
  • Bilhjálp í Føroyum og uttanlanda
  • Eykaútgerð
  • Rakstrartap
  • Nývirðisendurgjald

Skrokktrygd

  • Ábyrgd
  • Føraratrygging
  • Skrokkskaði
  • Glasskaði
  • Stuldur og herverk
  • Stormskaði - Lakk
  • Billeiga
  • Bilhjálp í Føroyum og uttanlanda
  • Eykaútgerð
  • Rakstrartap
  • Nývirðisendurgjald

Akfør yvir 3500 kg. 

Er talan um størri akfør, sum viga meira enn 3.500 kg. er eisini neyðugt við eini lógarkravdari ábyrgdartrygging. Harumframt er eisini møguligt at tekna skrokktrygging, sum fevnir um skaðar á buss ella lastbil. Hevur lastbilurin t.d. krana, skal serstøk trygging teknast fyri kranan. Tað ber eisini til at víðka skrokktryggingina við t.d. glastrygging. Fyri nærri útgreinan av tryggingini til størri akfør, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við vinnudeildina hjá Trygd.

Arbeiðsmaskinur

Hóast tað ikki er lógarkrav at tryggja arbeiðsmaskinur, sum onga nummarplátu hava, ber til at tekna bæði ábyrgdar- og skrokktrygging. Við at tryggja arbeiðsmaskinuna, kanst tú fáa endurgjald, um tú ert orsøk til ferðsluskaða ella tín egna maskina fær skaða. Er maskinan yngri enn 10 ár, fevnir skrokktryggingin eisini um mekaniskar skaðar. Set teg í samband við vinnudeildina hjá Trygd fyri nærri kunning.

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Bátatrygd - maður í oljuklæðum

Bátatrygd

Hevur tú ein bát, kann tað vera skilagott at tryggja bátin. Við eini Bátatrygd kanst tú fáa endurgjald, um báturin ella amboð umborð fáa skaða.

Motorsúkklutrygd

Motorsúkklutrygd

Hevur tú eina motorsúkklu, ein skutara ella eina knallert, so kann ein Motorsúkklutrygd vera hent at hava.

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

358 100

Send teldubræv