Motorsúkklutrygd
Hevur tú eina motorsúkklu, ein skutara ella eina knallert, so kann ein Motorsúkklutrygd vera hent at hava. Tryggingin fevnir um skaðar á akfarið og eisini skaðar, sum akfarið kann vera atvold til.
![Motorsúkklutrygd](/-/media/banknordik/trygd/trygd-myndir/produktmyndir-privat/16_9/motorsukklutrygd.jpg?rev=63656db37dec4bada5bc77c0d7b552c1&mw=400&hash=9F21D7A624FCF1EBF78EE281F9804533)
Hvat fevnir tryggingin um?
Í Motorsúkklutrygd eru tvær tryggingar - ein ábyrgdartrygging, ið er lógarkravd, og ein skrokktrygging, sum tilsamans fevna um:
- Skaðar, sum akfarið ger á onnur og lutir hjá øðrum
- Skaðar á sjálvt akfarið
Minst til...
... at hava reyða kortið við, tá ið tú fertast við motorsúkklu. Les meira um reyða kortið her.