Bílegg reytt og grønt kort
Hav altíð reyða kortið við tær á ferðini, tá ið tú ferðast uttanlands við akfari. Í summum londum skalt tú eisini hava grøna kortið.
- Reyða kortið prógvar, at akfarið er skrokktryggjað í føroyskum ella donskum tryggingarfelagi. Kortið skal vísast, um nakað hendir við akfarinum. Minst til at hava reyða kortið við, um tú fert við húsvogni ella húsbili, ið er skrokktryggjaður.
- Grøna kortið er prógv um, at akfarið er ábyrgdartryggjað, og tað skalt tú altíð hava við, tá tú fert uttanlands við akfari.
Lond, har tú skalt hava grøna kortið við, eru:
- Albania
- Bosnia-Hersegovina
- Hvítarussland
- Iran
- Ísrael
- Makedónia
- Marokko
- Moldava
- Montenegro
- Russland
- Tunesia
- Turkaland
- Ukreina
Um tú ert so óheppin at verða partur av einum ferðsluóhappi í einum av omanfyrinevndu londunum, er tað týdningarmikið, at tú fært mynd av grøna kortinum hjá mótpartinum.