Fráverutrygd
Við Fráverutrygd kann tín fyritøka fáa endurgjald fyri fráveru hjá starvsfólkum, ið gerast óarbeiðsfør orsakað av skaða ella sjúku. Tað er møguligt at velja ymiskar tryggingarupphæddir fyri einstøku starvsfólkini.
Fyrimunir við Fráverutrygd
- Um lyklastarvsfólk gerast sjúk ella fáa skaða, fær fyritøkan eitt mánaðarligt endurgjald
- Endurgjaldið kann bøta um gjaldførið hjá fyritøkuni
- Fráverutrygt kann vera við til at tryggja dagliga virksemið og raksturin hjá fyritøkuni
Hvør kann tekna Fráverutrygd?
Flestallar fyritøkur og virkir kunnu tekna tryggingina. Tryggingin er tó serliga hent at hava hjá fyritøkum við lutfalsliga fáum starvsfólkum, t.d. hjá einstaklingafyritøkum, har eitt longri fráverutíðarskeið hjá starvsfólkum kann hava stóra ávirkan á dagliga virksemið hjá fyritøkuni.
Til ber at tryggja øll starvsfólk ella útvald lyklastarvsfólk, og tryggingin er knýtt at teimum starvsfólkum, sum eru skrásett til tryggingina.
Hvussu stórt er endurgjaldið?
Tú kanst velja ymiskar tryggingarupphæddir fyri einstøku starvsfólkini. Endurgjaldið verður goldið fyritøkuni mánaðarliga. Um tú t.d. hevur tryggjað eitt starvsfólk fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldna hvønn mánað, meðan viðkomandi starvsfólkið er burtur – tó í mesta lagið 12 mánaðir.