Innbústrygd
Innbústrygd tryggjar títt innbúgv, til dømis møblar, klæðir, list, amboð, útgerð og tað, sum tú annars hevur í tínum bústaði. Tryggingin tekur eisini við, um tú og tíni gera skaða á lutir hjá øðrum.
![Innbústrygd](/-/media/banknordik/trygd/trygd-myndir/produktmyndir-privat/16_9/innbustrygd_familja-inni-i-nyggjum-husum.jpg?rev=ebe0556fbb8445568aa0d11ad0e22e87&mw=400&hash=DE928D24B99FD1D111FB4015A607914A)
Tryggingin dekkar m.a.
Tryggingin tekur við, um tínir lutir til dømis fáa skaða av
- Vatni
- Stormi
- Bruna
- Køli- og frostskaða
- Herverki
- ella um tínir lutir verða stolnir
Ábyrgdartrygd íroknað
Familjutrygdin fevnir eisini um ábyrgdartrygd. Um tú ella tíni av ósketni gera skaða á onnur ella lutir hjá øðrum, kann hendan tryggingin taka við.
Veitst tú, hvat tú eigur?
Prísurin á tryggingini veldst um, hvussu nógv tú eigur, og hvussu dýrt tað er. Tað kann vera trupult at vita, júst hvussu nógv innbúgvið er vert. Eru tit fleiri fólk í húskinum, eiga tit helst fleiri ting, enn um tit vóru færri fólk, og eldri fólk eiga ofta fleiri og dýrari ting enn ung fólk.
![Innbústrygd spísiborð](/-/media/banknordik/trygd/trygd-myndir/produktmyndir-privat/16_9/innbustrygd_familja-vid-spisibord.jpg?rev=4b26d18b7cce404ba85b0cba2ea20d8a&mw=400&hash=707F370A23482CE302F6ABF797528253)
Dømi um hvat ein familja eigur
Vit mæla til, at ein familja við tveimum vaksnum og tveimum børnum, ið búgva í einum miðalstórum húsum og við miðaldýrum tingum, tryggja innbúgvið fyri áleið 1,2 míó. kr. Harafturat mæla vit altíð til, at tryggingarupphæddin er eitt sindur størri enn metta virðið.