Bygningstrygd
Bygningstrygd dekkar skaðar á bygningar, ið verða nýttir til vinnuligt virksemi, verða útleigaðir til onnur virki ella til íbúðir.
Tryggingin fevnir um sjálvan bygningin, men tað ber til at velja fleiri ískoytistryggingar alt eftir tínum tørvi.
Ískoytistryggingar
- Glastrygd
- Sanitetstrygd
- Víðkað rørtrygd
- Restvirðistrygd
- Trygging í sambandi við mista leiguinntøku
Ofta settir spurningar
Er tryggingin lógarkravd?
Nei, tryggingin er ikki lógarkravd.
Hvat geri eg, um eg ikki fái brúkt bygningin orsakað av skaða?
Tryggingin fevnir um endurhýsing, tvs. at tú fært endurgjald til at leiga ella nýta onnur høli. Er bygningurin útleigaður, fevnir tryggingin um mistar leiguinntøkur.
Er ábyrgdartrygging við í Bygningstrygd?
Ja, húsaábyrgd er við í tryggingini.