Vinnuferðatrygd
Hevur tín fyritøka eina Vinnuferðatrygd, so fært tú endurgjald, um starvsfólk fáa óvæntaðar tilburðir, ið kunnu tarna ella oyðileggja ferðina.
Tú kanst velja ímillum, um tryggingin skal fevna um ferðir í Evropa ella um allan heim, og harafturat kanst tú velja avboðstrygging.
Tryggingin dekkar m.a.
- Um viðførið er seinkað
- Um ferðin er seinkað
- Um onkur gerst sjúkur á ferðini
Við Vinnuferðatrygd fært tú endurgjald um…
- Viðførið verður seinkað, burtur, stolið ella oyðilagt
- Onkur skal fylgja einum sjúkum starvsfólki
- Ferðin er seinkað meira enn 12 tímar
- Starvsfólk fær tørv á viðgerð ella heilivági á ferðini
- Eitt starvsfólk verður avlamið orsakað av sjúku ella vanlukku
- Eitt starvsfólk doyr