Óhapstrygd
Hevur tú verið so óheppin at missa fartelefonina, so at hon brotnaði?
Óhapstrygd veitir endurgjald fyri allar bráðkomnar skaðar á ávíst innbúgv, sum til dømis fartelefonir, teldlar, stell og klæðir. Óhapstrygdin er ein ískoytistrygging til innbústryggingina, og hon veitir endurgjald upp til 25.000 kr.
Hvat er ein brádligur skaði?
Tað er ein skaði, sum...
- er óvæntaður
- hendi brádliga
- ger lutin óbrúkiligan
Dømir um dekkaðar lutir
- Fartelefonir
- Koppastell
- Farteldur og teldlar
- Brillur
- Sofur
- Klæðir
Er All-risk nakað fyri teg?
Um tú hevur dýrar lutir – lutir, sum kosta meira enn 25.000 kr. – mæla vit til at tekna All-risk, sum er ein óhapstrygd til dýrari lutir.