Trygd - grein

Starv í Trygd

Hjá okkum starvast áleið 25 fólk. Trygd er partur av Føroya Banka-samtakinum, og har starvast tilsamans 250 fólk í Føroyum og í Grønlandi.

Vit eru eitt fjølbroytt arbeiðspláss, ið fevnir um alt frá at ráðgeva privat- og vinnukundum til skaðaviðgerð. Okkara gerandisdagur er merktur av góðum samstarvi, samanhaldi og einum positivum arbeiðsumhvørvi.

Næmingur í Trygd

Vit søkja eftir næmingum annaðhvørt ár. Næstuferð verður á vári 2025. Útbúgvingin tekur tvey ár og fevnir um bæði skúla og arbeiði og hevur til endamáls at geva tær fakliga vitan innan tryggingarøkið.

Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á, at tú mennist innan øll okkara øki, og at tú fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum.

Umsókn av tínum eintingum

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn, hóast einki leyst starv er at søkja. Send eina umsókn og lívsrensl (CV) til hr@trygd.fo. Um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp, seta vit okkum í samband við teg.