Tøknitrygd

Tøknitrygd veitir endurgjald fyri allar skaðar, ið koma innanífrá, á elektrisk tól. Tað vil siga feilir, sum henda, og sum ikki hava nakra beinleiðis skaðaorsøk. Eitt dømi er, at sjónvarpið brádliga sløknar og tendrar ikki aftur. 


Tryggingin veitir endurgjald fyri tíni el-tól:

  • Til tey eru fýra ára gomul
  • Allar tøkniligar skaðar, sum koma innanífrá og ikki hava nakra beinleiðis orsøk 

Tøknitrygd er ein ískoytistrygging til Familjutrygd, ið fyrst og fremst er ein trygging til títt innbúgv. Tí er neyðugt, at tú hevur innbústrygging hjá Trygd, um tú kundi hugsað tær at keypt Tøknitrygd.

 

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Ársferðatrygd

Ársferðatrygd

Vit hava røttu tryggingina til tín, annaðhvørt tú ferðast ofta ella sjáldan. Við eini Ferðatrygd fært tú endurgjald, um okkurt annaðhvørt tarnar ella oyðileggur tær ferðina

Innbústrygd

Innbústrygd tryggjar títt innbúgv, til dømis møblar, klæðir, list, amboð, útgerð og tað, sum tú annars hevur í tínum bústaði. Tryggingin tekur eisini við, um tú og tíni gera skaða á lutir hjá øðrum

Tøknitrygd og Óhapstrygd

Óhapstrygd

Óhapstrygd veitir endurjald fyri allar bráðkomnar skaðar á ávíst innbúgv, sum til dømis um tú missir ein lut og hann brotnar, eitt nú fartelefonir, teldlar, stell, klæðir við meira.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara

358 100

Send teldubræv