Fyrra hálvár hilnaðist væl

Roknskaparúrslitini hilnaðust sum heild væl fyrra hálvárið 2023. Úrslitið eftir skatt gjørdist 4,6 mió. kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.


Við eini sunnari javnvág millum inntøkur og útreiðslur, samstundis sum felagið hevur havt ein støðugan vøkstur av nýggjum kundum, hevur gongdin ársins fyrstu seks mánaðir verið góð. Skaðaútreiðslurnar hava tó verið á einum støði, sum er eitt sindur hægri, enn væntað varð við ársbyrjan.


Hækkaðar skaðaútreiðslur


Skaðaendurgjøldini hjá Trygd vóru 51,2 mió. kr. samanborið við 47,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsligu høgu skaðaútreiðslurnar hjá felagnum standast í høvuðsheitum av tí illveðrinum, sum var í februarmánað í ár. Illveðrið elvdi til fleiri skaðar kring alt landið. Umframt stormskaðarnar hevur høga inflatiónin eisini havt við sær, at tað, eins og alt annð, er vorðið dýrari at gera skaðar aftur, og hetta er eisini ein orsøk til hækkandi útreiðslur.


Avlop á íløguvirkseminum


Hóast yvirskipaða búskapargongdin í heiminum enn er merkt av høgari inflatión, hækkandi rentum og geopolitiskari óvissu, so hava virðisbrævamarknaðirnir sum heild klárað seg betri í 2023 samanborið við 2022. Hetta hevur eisini sett sín dám á roknskaparúrslitini fyri ársins fyrstu seks mánaðir. Higartil í ár hevur felagið havt eitt avlop av sínum íløguvirksemi á 0,4 mió. kr. samanborið við eitt hall á 4,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.


Stjóraskifti í Trygd


Í farnu viku byrjaði Anna Mohr Holm sum stjóri hjá Trygd. Hon avloysti Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri síðani í 2018, og sum er byrjaður í nýggjum starvi sum rakstrarstjóri í BankNordik. Anna Mohr Holm er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum.

”Hálvársroknskapartølini hjá Trygd bera boð um eina sterka og kappingarføra fyritøku. Ársins fyrstu seks mánaðir hava, eins og 2022, verið merktir av búskaparligari óvissu í heiminum, og harafturat hava vit havt ein vetur við illveðri, sum hevur ávirkað okkara skaðaútreiðslur. Men hóast hesar avbjóðingar, so eru úrslitini góð, og eg fegnist um, at eg sleppi at vera ein partur av Trygd, ið bæði er ein væl rikin fyritøka, og sum samstundis eisini kann bjóða øllum føroyingum trygd til kappingarførar prísir”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri.

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið fyri skatt gjørdist 5,6 mió. kr. samanborið við 4,4 mió. kr. sama tíðarskeið í 2022.
  • Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 4,6 mió. kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,6 mió. kr. fyrra hálvár 2023 og vóru tilsamans 103,7 mió. kr.
  • Skaðaútreiðslurnar vóru tilsamans 51,2 mió. kr. samanborið við 47,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 65,9 mió. kr. samanborið við 57,1 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.
  • Skaðaprosentparturin hækkaði úr 63,5% upp í 65,3%.

Les meira í frágreiðingini her.

Nærri upplýsingar

Anna Mohr Holm, stjóri. Telefon: 55 81 00, teldupostur: amh@trygd.fo