Arbeiðstøkutrygd

Hevur tú ætlanir um at byggja um, byggja uppí ella kanska byggja nýtt? Ella skal orkuskipanin skiftast? So er umráðandi at tekna Arbeiðstøkutrygd, áðrenn tú fert í gongd.

Tryggingin er neyðug bæði, tá tú sjálv/ur stendur fyri arbeiðinum, og tá ið fyritøkur gera arbeiðið fyri teg.

Vanliga sethúsatryggingin tekur nemliga ikki við, um skaði stendst av, at tú ert í holt við bygging ella umvæling. Og í nógvum førum kann fyritøkan ikki lastast fyri, at skaði hendir undir arbeiðinum.


Arbeiðstøkutrygd

Tryggingin dekkar m.a.

  • Stormskaðar
  • Vatnskaðar
  • Brádligar skaðar

Tá ið tú skalt byggja um ella byggja nýtt...

Vanliga sethúsatryggingin fevnir ikki um skaðar á tína egnu ogn ella á annansmans ogn, um skaði hendir undir arbeiði. Og sum eigari av ogn, har jarðhitahol verður borað ella annað arbeiði verður gjørt, kanst tú ábyrgdast fyri møguligar skaðar, sum henda á grannaognir. 

Arbeiðstøkutrygd má verða teknað, áðrenn arbeiðið verður sett í gongd.

Møguliga hugsar tú, “hvat kann henda?”. Men vit hava sæð, at skaðarnir kunnu vera stórir og dýrir at umvæla.


Hent at vita

Dømi um skaðar
  • Um tú ert í gongd við at byggja um, er stórur vandi fyri at missa eitthvørt, sum elvir til skaða á gólv, borð, vegg ella á mista lutin sjálvan.
  • Um tú skiftir køk, kann dýra borðplátan støkka, tí tú missir eitt amboð á hana.
  • Um tú skiftir tak, og tú missir eina takplátu, ella ein takpláta fer við vindinum, kann tað elva til stóran skaða á hús ella bil hjá tær sjálvum ella hjá grannanum.
  • Um tú leggur gólvhita, kunnu rør støkka sundir og elva til stóran vatnskaða.
  • Um tú skiftir til jarðhita, verða stórar maskinur nýttar til jarðhitaboring, og tá maskinurnar koma í túnið ella garðin, er vandi fyri at tær elva til skaða á tún, garð, sethús ella annað. Um skaðin er hendiligur, hevur eigarin av maskinuni í nógvum førum ikki endurgjaldsábyrgd.
  • Tá jarðhitahol verður borað, kunnu smáir jarðskjálvtar standast av broytingum í undirgrundini. Tá kunnu stórir skaðar koma á bygningar og lutir á tíni ogn – ella á ogn hjá grannanum. 
  • Væta, grugg og eyrur kunnu sprutta ella renna úr jarðhitaholinum í nærliggjandi ristir. Tá kunnu ristirnar tippast, soleiðis at vatn ikki fær runnið frá til dømis í sambandi við glopraregn; tá er skjótt at skaði kemur á tíni ella onnur hús. Tá kanst tú, sum eigari av boraða holinum, ábyrgdast fyri møguligan vatnskaða á ogn hjá grannanum og tær sjálvum.
Góð ráð, áðrenn tú fert undir at skifta orkuskipan
  • Oljutangin skal burturbeinast. Minst til at tøma hann, áðrenn arbeiðið byrjar.
  • El-arbeiðið skal gerast, áðrenn nýggja orkuskipanin verður tikin í nýtslu. Tá er umráðandi, at transientverja verður installerað, soleiðis at tú í mest møguligan mun fært vart teg fyri yvir- og undirspenningi í streymveitingini.
  • Skorsteinurin skal takast burtur. Minst til, at sethúsatryggingin dekkar ikki, um skaðar standast av tí arbeiðinum.
Vilt tú tekna Arbeiðstøkutrygd? Upplýsingar, sum vit mugu fáa frá tær
  • Hvussu stór er samlaða íløgan – hvat kostar alt arbeiðið ella umvælingin?
  • Hvussu langa tíð væntar tú, at arbeiðið tekur frá byrjan til enda?
  • Hvør skal gera arbeiðið? 

 

Tað við smáum

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara

358 100

Send teldubræv

Aðrar viðkomandi tryggingar

Vinna sveisari

Arbeiðsskaðatrygd

Um tú hevur fólk í starvi, hevur tú ábyrgd av at tryggja tey, og tað kanst tú gera við eini Arbeiðsskaðatrygd

 
Ognarskiftistrygd

Ognarskiftistrygd

Ognarskiftistrygd tryggjar seljara og keypara móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði. Tryggingin fevnir bæði um likamlig og sálarlig mein