Ognarskiftistrygd
Ognarskiftistrygd tryggjar seljara og keypara móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini. Tú kanst sostatt fyribyrgja stórar fíggjarligar avleiðingar fyri teg, um fjaldir skaðar ella brek brádliga vísa seg, eftir at húsini eru yvirtikin.

Tryggingin dekkar umvælingar av ókendum skaðum og brekum
Keypari ella seljari kann koma í eina óhepna støðu, har tað verður neyðugt at rinda eina stóra upphædd, um ognin er í verri standi, enn keyparin roknaði við. Send okkum ein teldupost á trygd@trygd.fo, um tú vilt hava eitt tilboð uppá Ognarskiftistrygd. Minst til at senda okkum húsaskoðan og viðkomandi upplýsingar frá seljara eisini.
Ognarskiftistrygd er til tín sum…
… skal keypa bústað. Í flestu førum biður seljari um tilboð upp á eina ognarskiftistrygging, sum verður bjóðað keyparanum í sambandi við søluna. Keyparin kann eisini biðja um tilboð upp á tryggingina og tekna Ognarskiftistrygd.