Hundatrygd
Hóast hundurin er eitt tað fittasta, tú eigur, so kann tað henda, at hundurin ger skaða á onnur, ella at hundurin sjálvur fær skaða. Og júst tí kann Hundatrygd vera hent at hava. Eigur tú hund, áleggur lógin tær at tekna eina trygging til hundin.
Um tín hundur ger skaða á onnur ella lutir hjá øðrum, veitir ábyrgdartryggingin endurgjald til tann skadda.
Við Lívstryggingini kanst tú fáa endurgjald, um hundurin doyr orsakað av sjúku ella vanlukku, tá ið djóralæknin mælir til, at hundurin skal avlívast.
Hundatryggingin er til tín…
… sum hevur hund, tí tryggingin til hund er nevniliga lógarkravd. Hevur tú ein dýran hund, mæla vit tær til at tekna lívstryggingina eisini.