Arbeiðstøkutrygd
Hevur tú ætlanir um at byggja um, byggja uppí ella kanska byggja nýtt? Ella skal orkuskipanin skiftast? So er umráðandi at tekna Arbeiðstøkutrygd, áðrenn tú fert í gongd.
Tryggingin er neyðug bæði, tá tú sjálv/ur stendur fyri arbeiðinum, og tá ið fyritøkur gera arbeiðið fyri teg.
Vanliga sethúsatryggingin tekur nemliga ikki við, um skaði stendst av, at tú ert í holt við bygging ella umvæling. Og í nógvum førum kann fyritøkan ikki lastast fyri, at skaði hendir undir arbeiðinum.
Tá ið tú skalt byggja um ella byggja nýtt...
...er neyðugt at leggja eina ætlan fyri byggingina. Arbeiðstøkutrygd fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið, tí skalt tú vita á leið, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka. Tú mást eisini vita á leið, hvat tað fer at kosta, og hvør fer at gera tað - tit sjálvi ella tit seta fólk í starv.
Tryggingin dekkar útreiðslur í sambandi við óvæntaðar og brádligar skaðar, sum tú sum byggiharri hevur ábyrgd av, umframt alt tilfarið, sum er á byggiplássinum, meðan arbeiðið fer fram.
Byggir tú nýtt, so fevnir Arbeiðsskaðatrygd um alt húsið. Byggir tú um, so fevnir Arbeiðsskaðatrygd bert um tann partin av húsinum, ið verður umvældur, og teir skaðar, ið kunnu standast av umvælingini - tá fevnir vanliga sethúsatryggingin um restina av húsinum.
Kostnaðurin á tryggingini er ymiskur, alt eftir, hvussu leingi arbeiðið varar, og hvussu nógv byggingin kostar.