Bilhjálp dekkar nú avløddar el-bilar
Tað koma fleiri og fleiri elbilar á føroysku vegirnar. Trygd roynir áhaldandi at menna sínar tryggingar og veita tænastur, sum stuðla grøna orkuskiftinum, umlegging og einari burðardyggari framtíð.
Tí bjóða vit nú eina biltrygging, sum tekur hædd fyri, at tú koyrir elbil. Bilhjálp er ein ískoytistrygging til tína skrokktrygging, so tú kanst fáa hjálp, um tú ert óheppin og bilurin steðgar upp vegna avløðing.
Sum førari av elbili mást tú vera varugur við, at bilurin hevur eitt avmarkað koyristrekki, og at løðing av battaríi ikki er tað sama sum áfylling við brennievni.
Við Bilhjálp kanst tú nú fáa bilin fluttan til ein almennan løðara, ella fáa útreiðslur endurgoldnar fyri at fáa ein veitara at løða bilin á staðnum. So ert tú skjótt koyrandi aftur.
Harafturat fevnir skrokktryggingin nú um løðaraútgerð, ið hoyrir til tín elbil.