Vistartrygd
Vistartrygd er gjørd serliga til tín, ið leigar bústaðin út gjøgnum Airbnb ella aðrar útleiguportalar. Við Vistartrygd er ikki neyðugt at stúra fyri, at leigarar gera skaða á bústað ella innbúgv, tí tryggingin kann veita tær endurgjald, um okkurt óvæntað hendir.
Tú kanst fáa endurgjald fyri:
- Skaðar, sum standast av, at leigari av óvart ger skaða á bústað ella innbúgv
- Stuldur framdur av leigara
- Herverk framt av leigara
- Útskifting av lásum í sambandi við stolnar ella burturmistar lyklar
Vistartrygd er ein ískoytistrygging til Familjutrygd og fevnir um stutttíðarleigumál, sum í mesta lagi vara í 30 dagar. Tryggingin er tí serliga væl hóskandi til tín, ið leigar út til ferðafólk.
Góð ráð, tá tú leigar bústaðin út
- Goym virðismiklar lutir, áðrenn tú leigar bústaðin út.
- Ger altíð skrivligar leiguavtalur. Á henda hátt kann avtalan altíð skjalprógvast um møguligar ósemjur koma.
- Útleiga bert bústaðin umvegis álítandi portalar.
- Tú kanst umhugsa at taka eitt veðgjald (depositum) fyri leigumálið.