Hús- og viðfestisvognar
Við eini trygging til hús- og viðfestisvognar fært tú endurgjald, um vognurin fær skaða, til dømis av illveðri ella ferðsluóhappi.

Endurgjald
Skrokktryggingin veitir endurgjald fyri skaðar, ið henda á sjálvan húsvognin, umframt stuldur og rán. Hinvegin fevnir ábyrgdartryggingin um ta ábyrgd, tú sum eigari av húsvogninum kanst verða álagdur, tá ið húsvognurin stendur parkeraður.
Tá húsvognurin er festur á krókin á bilinum, er tað ábyrgdartryggingin hjá bilinum, ið er galdandi.
Harumframt er innbúgvið í húsvogninum tryggjað upp til 20.000 kr.