Rossatrygd

Við eini Rossatrygd fært tú endurgjald, um rossið doyr orsakað av sjúku ella vanlukku. Tryggingin tekur eisini við, um rossið fær skaða undir flutningi, ella um djóralækni mælir til, at rossið skal avlívast. Harumframt kanst tú velja at tryggja rossið fyri varandi og ólekjandi sjúku ella mein í beininum.


Rossatrygd er til tín...

… sum eigur ross. Tryggingin kann teknast frá tí, at fylið er níggju dagar gamalt, og til tað er 19 ár.

Um tú frammanundan hevur eina innbústrygging, so hevur tú longu eina ábyrgdartrygging til rossið, meðan ein lívstrygging má teknast aftrat. Hevur tú ikki eina innbústrygging, er snilt at tekna bæði ábyrgdartrygging og lívstrygging til rossið.

Send mær tilboð

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Hundatrygd

Hundatrygd

Hóast hundurin er eitt tað fittasta, tú eigur, so kann tað henda, at hundurin ger skaða á onnur, ella at hundurin sjálvur fær skaða.

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði. Tryggingin fevnir bæði um likamlig og sálarlig mein.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

358 100

Send teldubræv