Samstarvsverkstaðir

Í Trygd leggja vit stóran dent á, at verkstaðirnir veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, og tískil seta vit krøv til verkstaðirnar, sum vit samstarva við.

Vit hava gjørt serliga avtalu við útvaldar verkstaðir, sum eru góðkendir til at umvæla bilskaðar hjá okkara viðskiftafólkum. 

Yvirlit yvir samstarvsverkstaðir

  • Autolakkering, Við ánna 74, 512 Norðagøta, Tel. 742020, info@autolakkering.fo
  • Bil- og Dekkverkstaðið, í Klingrugarði 1, 700 Klaksvík, tel. 456959
  • Biltek /Jákup M., Ósavegur 24, 826 Trongisvágur, tel. 281466
  • Lakkering, á Hjalla 34, 188 Hoyvík, tel. 725725
  • Reyni Service, Vegurin Langi 41, 188 Hoyvík, tel. 353050, plv@rs.fo
  • Waag dekk- og plátuverkstaður, Á Hjalla 22, 188 Hoyvík, tel. 613666, waag@waagbilar.fo
  • Wenzel Lakk, Akranesgøta 5, 100 Tórshavn, tel. 235512

Hevur tú Bilhjálp, fært tú leigubil, meðan skaðin verður umvældur á einum samstarvsverkstaði.

Aðrir góðkendir verkstaðir

Vit samstarva eisini við aðrar góðkendar verkstaðir, ið lúka neyðugu treytirnar:

  • Autoteknik (glasskaðar), Jørundargøta 44, 188 Hoyvík, tel. 767060, www.autoteknik.fo, autoteknik@autoteknik.fo
  • Berg Motors, Staravegur 1-3, 100 Tórshavn, tel. 313535, info@bergmotors.fo
  • Bilrøkt, Stiðjagøta 3, 110 Tórshavn, tel. 35 88 88
  • Bilservice, Oyrarvegur 41, 700 Klaksvík, Tel.45 93 93
  • Carro, Á Sondum 12, 360 Sandavágur, tel. 333551, carro@olivant.fo
  • JR Bilar, Heyganesgøta 1, 350 Vestmanna
  • Klaksvíkar Autolakkering, Stoksoyrarvegur, 56, 700 Klaksvík, tel. 458787
  • Lakkering, á Hjalla 14, 188 Hoyvík
    tel. 725725, www.lakkering.fo, lakkering@lakkering.fo
  • Unicar, Ytra bryggja 4, 370 Miðvágur, tel. 332527, unicar@olivant.fo
  • Verkstaðið hjá Eyðuni, Froðbiarvegur 54, 825 Froðba, tel. 371626

Treytir til verkstaðir

Í Trygd leggja vit stóran dent á, at verkstaðirnir veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, og tískil seta vit krøv til verkstaðirnar, sum vit samstarva við. Vit samstarva bæði við serligar samstarvsverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir.

Góðkendir verkstaðir

  • Vit seta hesi minstukrøv til bilverkstaðir, til tess at teir kunnu verða góðkendir til at umvæla skaðar fyri okkara viðskiftafólk.
  • Treytir frá Arbeiðseftirlitinum verða fylgdar.
  • Umvælingar verða fylgdar eftir ásetingunum frá framleiðarunum.
  • Autotaks skipanin verður brúkt.
  • Verkstaðurin skal hava eitt pláss, har bilvrakið kann standa, til tryggingarviðurskiftini eru avgreidd, og vrakið er selt ella burturbeint.
  • Allar karrosseríumvælingar/-rættingar og lakkeringar skulu kunna gerast á verkstaðnum. Undir hetta kemur eisini umvæling/útskifting av plasti, folie, stafferingum og áskriftum. Hesar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.
  • Verkstaðurin hevur ábyrgdina av øllum mekaniskum umvælingum, undir hesum eisini sporing og tøming/áfylling av køliskipanum. Mekaniskar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.
  • Verkstaðurin skal hava góðkenda verkstaðstrygging.


Samstarvsverkstaðir

Umframt góðkendu verkstaðirnar hevur Trygd gjørt serliga samstarvsavtalu viðvíkjandi sýni og umvæling av skaðum á persón- og vørubilar. Hesir verkstaðir verða nevndir samstarvsverkstaðir. Umframt omanfyrinevndu krøv skulu samstarvsverkstaðirnir kunna skjalprógva, at teir lúka hesi krøv:

  • Víðkað krøv til leigubilar (ikki eldri enn 2 ár)
  • DTI góðkenning

Leigubilur

Um tú hevur ískoytistryggingina Bilhjálp, fært tú leigubil í samlaða tíðarskeiðinum, bilurin er á einum samstarvsverkstaði. Leigubilurin er í mesta lagi tvey ára gamal og sum útgangasstøði í sama flokki sum tín bilur.

Tú sært yvirlit yvir allar samstarvsverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir her.