Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd
Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um óhappið hendir.


​Tú fært hjálp fyri bæði minni skaðar, so sum tann- ella brilluskaða, ella ein meira álvarsaman skaða, har tú verður avlamin við í minsta lagi 5% orsakað av einum vanlukkutilburði. Vanlukkutryggingin hjá Trygd er ein heiltíðarvanlukkutrygging, og tryggjar teg tí alt samdøgrið.

Hevur tú børn, er tað eisini týdningarmikið at tekna eina vanlukkutrygging til tey. Ynskir tú at tekna Barnavanlukkutrygd, so les meira um hesa tryggingina her.


Enn betri trygging

Nú umfatar eitt møguligt endurgjald frá Trygd millum annað sálarhjálp, plastiskar skurðviðgerðir og keyp av brillum, kontaktlinsum ella hoyritóli um hetta er neyðugt orsakað av einum vanlukkutilburði, sum er umfataður av tryggingini. Somuleiðis veita vit nú eitt ískoytisendurgjald, um tú verður avlamin við meira enn 30%.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú vilt hava meira kunning um Vanlukkutrygd og kostnaðin av henni. Vit veita tær fegin vegleiðing og ráðgeving. Teknar tú Vanlukkutrygd hjá okkum, avgreiða vit, at núverandi trygging verður uppsøgd.

Les meira í faldara og treytunum í høgra bredda.

Viðkomandi skjøl