Gjald fyri Biltrygd

Fastgjaldstrygging

Fastgjaldstrygging kann bert teknast sum samansett Ábyrgdar- og Skrokktrygging. Við fastgjaldstrygging varðveitur tú sama árliga tryggingargjald, hóast tú hevur skaða. 

Tað eru serligar treytir galdandi fyri at fáa fastgjaldstrygging og fyri at varðveita fastgjaldstrygging. Sí hesar á heimasíðu okkara. 


Trintrygging

Hendan kann teknast fyri allar biltryggingar.

Í mun til fastgjaldstryggingina verður trintryggingin dýrari, um skaði hendir, uttan so, at onkur annar kann ábyrgdast fyri skaðan.  

Tryggingin hevur fýra stig og verður bíligari annaðhvørt ár, um eingin skaði er, til tryggingin er komin á besta trinið. 


Kostnaður

Grundarlagið fyri gjaldinum á biltryggingini er eginvekt og aldur á bilinum, umframt skaðagongdin hjá føraranum, sum vanliga brúkar bilin. 

Virðið á bilum fellur við aldrinum, og tískil lækkar tryggingargjaldið eisini, so hvørt sum bilurin eldist. Tryggingargjaldið lækkar 2. hvørt ár frá fyrsta skrásetingardegi, fram til bilurin verður 6 ár. 


Gjald eftir egnum ynski

Tú avgert, um tryggingargjaldið skal vera ársfjórðingsgjald, hálvársgjald ella ársgjald. Tú kanst eisini melda tryggingargjaldið til Gjaldskipanina. Gjaldið verður tá goldið stundisliga, og tú sleppur undan at hugsa meira um hetta. Vilt tú heldur sjálv/ur flyta peningin, ber eisini til at gjalda við inngjaldskorti ella gjøgnum netbanka hjá peningastovnunum.

Teknar tú trygging hjá TRYGD, syrgja vit fyri, at verandi trygging verður uppsøgd.