Akfør

Akfør
Akfør eru persónbilar, vørubilar, lastbilar, arbeiðsmaskinur og traktorar, ið verða brúkt við vinnuligum endamáli.

​Akfør kunnu fáa ymisk sløg av skaðum:

  • Ferðsluóhapp

  • Akfarið er orsøk til, at onnur akfør, persónar ella lutir fáa skaða

  • Skaðar í sambandi við innbrot

  • Akfarið verður stolið

Vit mæla til, at vinnulig akfør í minsta lagi hava hesar tryggingar:

  • Ábyrgdartrygd

  • Skrokktrygd

Eisini eiga fyritøkur at umhugsa at tryggja seg fyri:

  • Føraravanlukku

  • Frískaða

  • Stormskaða

  • Bilsakn

  • Eykaútgerð

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00, so finna vit røttu tryggingarloysnina til tykkara.

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar