Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði. Tryggingin fevnir bæði um likamlig og sálarlig mein.

Vanlukkutrygd

Tryggingin fevnir um

  • Vanlukku
  • Sálarliga kreppuhjálp
  • Brillur/hoyritól
  • Útgjald við avlamni á 5% ella meira
  • Útgjald við deyða
  • Tannskaða
  • Ískoytisendurgjald um tú verður avlamin við meira enn 30%

Ofta settir spurningar

Hvat merkir avlamni á 5% ella meira?
Tað merkir, at tú hevur fingið størri ella minni varandi mein av vanlukkuni.

Nøkur dømi:
Tú missur ytsta liðin á fingrinum í einari vanlukku = 5% avlamni. 
Tú dettur á súkklu og fært ikki boygt knæðið meira enn 90% stig aftaná = 10% avlamni.

Avlamni vísir seg ofta ikki, fyrr enn ein tíð er fráliðin. Avlamni verður ásett út frá sjúkradagbók, kanningarúrslitum o.s.fr.
Hvussu høga upphædd skal eg tryggja meg fyri?
Vit viðmæla, at tú tryggjar teg fyri í minsta lagi 1. mió kr. Tað merkir, at ein skaði, sum elvir til 10% avlamni, gevur tær 100.000 kr. í endurgjaldi.

Pengarnir eru ein góð hjálp til at koma víðari í lívinum og møguliga gera onkrar neyðugar broytingar eftir skaðan. Tað kann vera at skifta bústað, keypa nýggjan bil ella keypa onkra útgerð.
Fevnir Vanlukkutrygd um viðgerðarútreiðslur?
Vanlukkutryd fevnir um viðgerð hjá t.d. kiropraktori og fysioterapeuti, tá orsøkin til viðgerðina eru fylgir av einum skaða. 

Tað við smáum

Aðrar viðkomandi tryggingar

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukku­trygd

Hevur tú børn, er tað skilagott at tekna eina Barnavanlukkutrygd.

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygd

Tryggjar tær skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða.

Ársferðatrygd

Ferðatrygd

Tryggja teg móti ymiskum óvæntaðum tilburðum, ið kunnu tarna ella oyðileggja tær ferðina.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

35 81 00

Send teldubræv